Ókeypis skeiðstilboð/undirvísing í føroyskum

Ókeypis skeiðstilboð/undirvísing í føroyskum fyri útlendingar búsitandi í Suðuroynni

Skipað verður fyri føroyskari undirvísing fyri útlendingar í Suðuroynni í:

  • Føroyskum máli
  • Landafrøði
  • Søgu og samtíð
  • Familjuviðurskiftum
  • Rættindum og skyldum

Endamálið við undirvísingini er at læra at skilja føroyska samfelagið betur.

Tað er ókeypis og ætlað borgarum, sum eru flutt higar úr útlondum.

Undirvísing verður fast hvørt hóskvøld kl.19.00 til 21.00 í Tvøroyrar Skúla.

Undirvísingin verður býtt upp í byrjanarstigi í føroyskum og víðarikomin.

Vit vilja byrja skeiðið við at bjóða tykkum og einum av tykkara avvarðandi til ein innleiðsludag sum verður leygardagin 13.oktobur kl.10.00. Børn tykkara eru vælkomin við.

Á henda hátt, kunnu vit koma fram til, at um tú arbeiðir og ikki hevur møguleika at koma til undirvísing hóskvøld – so kunnu vit í felag skipa fyri onkrum skeiðum um vikuskiftini. Tað er av alstórum týdningi, at tit royna at møta upp til innleiðsludagin.  

Melda teg til við at ringja á tlf. 211971 ella send teldupost á kvungskuli@tvoroyri.fo  Undirvísarar eru Poul B. Olsen  og Lív Næs

 

Facebook viðmerkingar