TB vann fótbóltskappingina í Marghøllini

TB vann spennandi fótbóltskappingina, sum var í Marghøllini leygardagin 29. desember.

Tilsamans høvdu umleið 55 leikarar á 7 liðum meldað seg til fótbóltskappingina í Marghøllini 29. desember.

Talan gjørdist um eina sera spennandi kapping, har trý lið tíðliga í kappingini drógu frá hinum liðunum – tey trý liðini vóru Gutti & the Kids, TB og VB.

Longi lógu Gutti & the Kids á odda, tí TB í sínum fyrsta dysti spældi javnleik 1-1 ímóti Tangavirkinum. Men TB tók alt í egnar hendur og vann fyrst 2-0 á Gutti & the Kids og løgdu seg á odda. Og í avgerandi dystinum um fyrsta plássið vann TB 2-0 á VB.

Við 16 stigum vann TB sostatt kappingina. Gutti & the Kids blivu nr. 2 við 13 stigum, meðan VB bleiv nr. 3 við 12 stigum.

Toppskjútti í kappingini gjørdist Poul Ingason við 6 málum. Ari K. Poulsen og John Tordar Poulsen skoraðu 4 mál hvør.

Facebook viðmerkingar