Føroyar og Brexit

Komandi týsdag verður atkvøðugreiðsla í Bretska parlamentinum um Brexit avtaluna hjá Theresu May. Um tað ikki er undirtøka fyri hesi avtalu, fer Bretland úr ES í mars uttan nakra avtalu.

Brexit fær so ella so sera stóran týdning fyri handils- og fiskivinnuáhugamál í Føroyum og fyri at verða so væl fyrireikað til hesar søguligu rembingar sum gjørligt, fara Bjarni Hammer og Jógvan Skorheim at verða gestir í enska parlamentinum 16. januar og luttaka á Prime Ministers Questiontime dagin eftir, at Ongland hevur atkvøtt fyri ella ímóti avtaluni við ES. Hesin dagur verður heilt serligur og ikki minst søguligur.

– Hetland og Orknoyggjar hyggja móti okkum, og eg haldi tað vera áhugavert at styrkja um sambandi við hesi støð. Eisini fara vit at hitta fólk, sum hava ein týðandi leiklut í sambandi við at skipa eina farleið til Skotlands, sum er uppá tal. Eg vóni, at vit kunnu virka til, at hetta ber á mál, sigur Bjarni Hammer, løgtingslimur fyri Javnaðarflokkin.

Í samband við vitjanina í bretlandi eru fundir eisini avtalaðir skotskar politikarar um Skotland og Brexit. Eisini er ætlanin at koma inn á samstarv við Føroyar og allarhelst um nýggja atkvøðu um loysing frá Onglandi.

Hetta eru stórar rembingar, sum kunnu fáa kollveltandi jaligan týdning fyri okkum í Føroyum, heldur Bjarni Hammer.

Facebook viðmerkingar