Missiónsvikan í Porkeri

Missiónsvikan í Porkeri verður um Guð vil í døgunum frá ónsdegnum 16.januar til og við sunnudegnum 20.januar 2019.

Ónskvøldið kl 20 talar Jógvan Højgaard, trúboðari og Mansbólkurin Tvøroyri/Hvalba syngur.

Tórskvøldið kl 20 talar Pauli Berthelsen av Strondum og Streingjakórið í Porkeri syngur.

Fríggjakvøldið kl 20 talar Pauli Berthelsen av Strondum og Pauli og vinfólk syngja.

Leygarkvøldið kl 20 tala og syngja menn úr Klaksvík.

Sunnudagin kl 12 verður guðstænasta og altargongd í kirkjuni við Jógvan Fríðriksyni, biskupi og Una Næs, dómpróvsti.

Sunnukvøldið kl 18 tala og syngja menn úr Klaksvík.

Komið, tí at nú er alt tilgjørt. Luk.14.17

Stýrið

Facebook viðmerkingar