Jón Pauli Olsen er kosin ársins ungdómsvenjari av Venjarafelag Føroya.
Hetta er greitt eftir at Frankie Jensen vegna Venjarafelag Føroya seinnapartin handaði Jón Paula Olsen steyp í samband við tilnevningina ársins ungdómsvenjari.
Jón Pauli Olsen er ungdómsvenjari hjá FC Suðuroy og hevur harumframt verið partur av toyminum handan Skúlafótbólt. Jón Pauli Olsen er eisini venjari á nýstovnaða Fótbóltsakademi Føroya, umframt at hann er fótbóltsvenjari á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.
Facebook viðmerkingar