Kappingin um at gerast Suðuroyarmeistari í sjavs 2019 verður vesturi í VB-húsinum leygarkvøldið 16. mars kl. 18.30.
Kostnaður fyri hvønn luttakara er 100,00kr, íroknað kaka, kaffi og te.
Lutaseðlar verða seldir. 12 góðir vinningar verða burturlutaðir.
Vinnarin av sjavskappingini vinnur hvør sín túr við Norrønu, sjavs.túrin, sum verður í juni mánað. Nr. 2, 3 og 4 fáa vinningar frá FK, Torginum og Kjølbro heilsølu. Øll 4 pørini fá eisini steyp og blómur.
Suppa v/ breyði, verður at fáa til keyps.
Tekning skal til fyri at luttaka. Tekning fer fram hjá Torgerð 272667 ella Páll 254931 inntil á middegi leygardagin 16. mars.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Facebook viðmerkingar