Stóra vetrarkappingin hjá Frælsum Ítrótti í Føroyum, BETRI Vetrarkappingini verður í morgin hildin í Trongisvági.
Hetta er sjeynda vikuskifti, at kappingin verður hildin og er hon partur av í alt nýggju kappingum.
Runnið verður frá Ítróttarhúsinum við Stórá, niðan framvið ánni, gjøgnum viðarlundina og niðan til Sterling, áðrenn runnið verður omanaftur á vegnum við Rangá, áðrenn ein so kemur yvir aftur móti ítróttarhúsinum.
Teinurin ið hevur verið royndur fleiri ferðir áður, er um 4,5km til longdar og verður hann runnin tveir reisur, so at tað í alt er um 9km.
Vertur fyri hesa BETRI Vetrarkappingina er rørslufelagið Hvistan, sum er virki í Suðuroynni, og sum seinastu árini hevur fingið alt fleiri og fleiri at íðka.
Byrja verður umleið 10.15, tá ið allir luttakararnir fara avstað, og væntandi er liðugt at renna umleið ein tíma seinni.
Facebook viðmerkingar