FC Suðuroy hevur í dag spælt ímóti Undrinum á heimavølli hjá Undri FF í Hoyvík.
FC Suðuroy vann dystin greitt 5-2.
Ingi Poulsen legði FC Suðuroy á odda 1-0. Málið til 2-0 var sjálvmál. Síðani gjørdi Dávid Lisberg tað til 3-0.
Við brotssparki minkaði Undri um munin til 3-1. Dávid Lisberg gjørdi tað síðani til 4-1 og Rói K. Vilhelm til 5-1, áðren Undri aftur minkaði um munin til 5-2, sum eisini var endaliga støðan.
Myndina tók Búi Egilsson.
Facebook viðmerkingar