Í døgunum 21. til 26. august fer føroyska U15-landsliðið við gentum til Riga í Lettlandi, har tær skulu taka lut í Baltic Cup 2019. Umframt Føroyar og Lettland, verða Estland og Litava eisini við í kappingini.
Pauli Poulsen er venjari hjá U15-gentunum, og hann hevur nú kunngjørt hópin, ið er úttikin til komandi kapping.
Í juni og juli mánað eru fleiri venjingar á skránni, umframt ein venjingarlega, sum verður á Svangaskarði dagarnar 17. og 18. august.
Hópurin
Astrid Mittfoss, B36
Agatha K. Djurhuus, TB
Jórun Nejma Patawary, KÍ
Vár Johannesen, KÍ
Thala Ann Venned, KÍ
Jóhanna Sørensen, Vildbjerg IF (DEN)
Anna Katrina Mikkelsen, Skála
Sólja Ernstdóttir, Skála
Marita F. Magnadóttir, Skála
Rakul Sørensen, Víkingur
Fanny Kata Turi, Víkingur
Brynhild Janusardóttir, Víkingur
Halla E. Joensen, TB/Royn
Vár Edvardsdóttir, 07 Vestur
Nicola Toftegaard, ÍF
Gunnvá Lutzen, HB
Fríða M. Jakobsen, HB
Lea T. Johannesen, HB
Facebook viðmerkingar