FC Suðuroy tók í dag ímóti NSÍ á Eiðinum í Vági. Dysturin endaði við einum uppibornum 3-1 sigri til FC Suðuroy.
FC Suðuroy skoraði fáar minuttir eftir at dómarin hevði bríkslað dystin ígongd. David Lisberg skoraði til 1-0.
Løtu seinni skoraði Kári Svenningson Kjærbæk til 2-0 við beinleiðis frísparki. Og um miðjan fyrra hálvleik var tað Eiler Brattalíð, sum gjørdi tað til 3-0.
FC Suðuroy var greitt betra liðið í fyrra hálvleiki og kundi við eitt sindur av hepni og neyvleika verið á odda bæði 4, 5 og 6-0.
15 minuttir inn í seinna hálvleik fekk Rói K. Vilhelm hjá FC Suðuroy seinna gula kortið og varð vístur av vøllinum.
Eftir hetta gjørdist dysturin eitt sindur javnari. Og tá eini 25 minuttir vóru spældir minkaði NSÍ um munin til 3-1 eftir horna.
Fleiri mál komu tó ikki og FC Suðuroy vann uppiborið 3-1.
Facebook viðmerkingar