Tá Kristin Michelsen og Jacob Vestergård sviku suðuroynna.
Tá Annika Olsen í óðum verkum í 2014 legði eldraøkið út til kommunurnar at umsita, var av fleiri, m.a. undirritaða, spátt, at vit fóru at fáa A og B økir innan eldrarøktina, har B økini sjálvandi komu at hava ilt við at geva nøktandi sømdir til brúkararnar.
At tað gekk soleiðis fingu vit tíverri at síggja.
Nú slapp Annika at umsita eitt A øki, so hon er lukkuliga óvitandi um trupulleikan.
Suðuroyggin er tíverri eitt B øki, men kundi herfyri gjørst ett A øki um ikki tveir suðuroyartingmenn, fólkaflokksmaðurin Jacob Vestergård og leysgangarin Kristin Michelsen, dritið í egið reiður og forðaði fyri, at málið um eina royndarskipan fyri eldraøkið í Suðuroy, kom úr fíggjarnevndini og í tingið og har viðtikið.
Fýra undirskriftir krevjast fyri at fáa mál úr fíggjarnevndini.
Tríggjir skrivaði undir. Fjórða undirskriftin fekst ikki Hvørki frá Jacob ella Kristini.
Her setti teir ávikavist partapolitisk áhugamál og persónligan hevndarhug framum vælferðina hjá eldri borgarum í Suðuroy.
Kanska ikki so merkiligt at hvørgin teirra vildi hjálpa teim eldru í Suðuroy, ongin av teimum báðum er jú javnaðarmaður!
Øll eldri og øll tey sum vara av gomlum eiga at minnast hesa svikagerð, tá val verður í august í ár.
Signar P. Dam kommunulækni
Tvøroyri
Facebook viðmerkingar