
Lærarin, familjumaðurin, frásøgumaðurin, deknurin og traðarmaðurin, Álvur Enni
Hesi heiti og fleiri onnur kunnu okur seta á okra farna arbeiðsfelaga, Álv Enni. Tað eru nøkur ár síðan, at hann gavst í sínum fasta starvi í skúlanum, men hann var altíð fúsur at hjálpa, um brúk var fyri tí.
Álvur Enni var elstur av trimum dreingjum, føddur 19. juni 1956. Foreldrini vóru Johannes og Ása Enni.
Álvur og beiggjarnir vóru góðir at vera í felag við, vóru ofta dag um dag um summarið í Hvannhaga, har loynihola varð bygd oman fyri vatnið. Tilfar fekst í fjøruni. Ofta varð farið heilt út móti Lónini at síggja kobbarnar, ið lógu á klettunum útfyri. Slíkar túrar sært tú ikki ofta óvitar gera í dag – tíansheldur, at teir sleppa. Eisini høvdu Álvur og beiggjarnir ein tomm, sum ofta var í brúki góðveðursdagar um summarið. Fjørðurin varð rógvin á tamb, og mong ein veiðan varð førd til lands. Eitt serligt mið var hvítingamiðið beint út fyri Tvørabakka, har eitt ítið var hurðin í handlinum hjá D.J. Enni, ið sást millum húsini hjá Oskari og Hera.
Tá Álvur skuldi velja sær útbúgving, valdi hann at fara á læraraskúla, uttan iva hugkveiktur av pápa sínum, sum var ein sera avhildin og dugnaligur lærari báði í fólkaskúlanum og HF-útbúgvingini, sum seinni bleiv til Miðnámsskúlan i Suðuroynni.
Álvur fór á læraraskúla í Havn í 1974 og gjørdist lærari í 1979. Hann var sera heimkærur, og næstan hvørt vikuskifti leitaði hann sær heim til Tvøroyrar. Tað var, meðan Álvur gekk á læraraskúla, at hann og Malan, sum er av Skælingi, møttust, gjørdust góð og seinni giftust og bygdu sítt heim á Tvøroyri. Álvur byrjaði sum lærari í Tvøroyrar skúla í 1979.
Nøkur okra í skúlanum hava altíð kent Álv, verið spælikammeratar, skúlafelagar í barna- og seinni læraraskúlanum og ikki minst arbeiðsfelagar. Í slíkum føri kennist tað, sum tú missir ein part av tær sjálvum, nú hann ikki er meira – og í huganum er ringt at sleppa.
Sum lærari var Álvur sera íðin, og fáir vóru dagarnir, Álvi barst frá at møta. Altíð væl fyrireikaður, og hann var sera væl dámdur av báði næmingum og starvsfeløgum – altíð við tí góða orðinum.
Høvuðsfak hansara var føroyskt, har hann var stinnur sum fáur, og næmingar og eisini starvsfelagar hava mangan notið gott av hansara ráðum.
Álvur dugdi væl at fortelja søgur, báði veruligar og eisini framhaldssøgur, sum hann fann uppá sjálvur. Serliga tær seinnu dámdu næmingum væl at hoyra. Hann hevði eina heilt serliga gávu at fortelja livandi frá, og mong eru tey, ið minnast søgur ella partar av teimum, hóast tey nú eru væl og virðiliga vaksin.
Eisini uttan fyri skúlan var Álvur virkin. Hann var deknur í Tvøroyrar kirkju í mong ár, enntá fleiri ár meðan pápi hansara var organistur. Eitt tíðarskeið var Álvur formaður í fótbóltsdeildini hjá TB, og hann var partur av bólkinum, ið skrivaði bókaverkið TB 100 ár.
Arbeiðssamur, sum hann var, var mangan boð eftir honum, t.d. at slakta fyri fólk, og á kaini kundi tú eisini ofta síggja hann, tá Varðin avskipaði.
Alskurin til náttúruna sást eisini aftur í, hvussu nógva tíð Álvur brúkti á trøðni, har hann hevði seyð og gæs, og tað var eisini har, hann hevði sína síðstu løtu.
Okur starvsfelagar hava alt gott at bera Álvi Enni, og er saknurin stórur hjá okum, er hann ikki minni hjá hansara næstu, ið hann var so sera góður við.
Góðu Malan, Mortan, Rakul, Steingrím og abbabørnini, við samkenslu, Álvur er ikki millum okum meir, men góðu og ríku minnini liva og styrkja okum øll.
Starvsfelagar
Facebook viðmerkingar