Leys námsfrøðilig størv í Tvøroyrar skúla

Hesi námsfrøðiligu størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025

  • 3 námsfrøðingar/stuðlar við 25 tímum um vikuna til innskúlingina og/ella sertilboðið. (tíðaravmarkað størv)
  • 2 námsfrøðingar/stuðlar í forskúlanum “Glugganum” við 20 tímum um vikuna. (tíðaravmarkað størv)

Um skúlan:

Í Tvøroyrar skúla ganga skúlaárið 2025/26 umleið 225 næmingar í forskúla-10.flokki. Í skúlanum arbeiða 40-45 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, skrivari, reingerðarfólk og húsavørðar.

Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin (forskúli – 3. flokkur) fer fram, og mið- og hádeild á deildini í Tvøroyrar skúla. Vit hava, í samstarvi við býráðið og skúlastýrið, gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.

Søkt verður eftir námsfrøðingum/stuðlum, sum:

– undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.

– duga at samstarva og eru fyrikomandi

– leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning

– eru fús/ir at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávurnar, sum eru í skúlanum

Førleikakrøv, námsfrøðingar/stuðlar

Umsøkjarar skulu hava prógv sum námsfrøðingar ella námsføðiligur stuðul. Umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, kunnu søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava prógv.

Vit sóknast eftir námsfrøðingum/stuðlum, ið verða partar av sjálvstýrandi toyminum í sertilboðnum og/ella innskúlingini.

Lønar- og setanartreytir

Stuðulsstørvini verða lønt sambært sáttmála við Føroya Pedagogfelag.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir við prógvi og CV skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 21.mai 2025 kl. 12.00.

Umsóknir sendast til:

Tvøroyrar skúli

Kirkjubrekkan 3

FO –  800 Tvøroyri

ella á teldupost: tvo@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til

Jón Johannesen, skúlastjóri á tlf. 222320; teldupostur jon.johannesen@skulin.fo

Facebook viðmerkingar