Leys lærarastørv í Tvøroyrar skúla

Hesi lærarastørv verða lýst leys at seta frá 1. august 2025

  • 2 tíðaravmarkaði lærarastørv skúlaárið 2025/26 vegna farloyvi. 
  • 2 tíðaravmarkaði lærarastørv skúlaárið 2025/26 vegna lækkað tímatal, serligan tørv og avlopstímar.   

Um skúlan:

Í Tvøroyrar skúla ganga skúlaárið 2025/26 umleið 225 næmingar í forskúla – 10.flokki. Í skúlanum arbeiða 40-45 starvsfólk. Lærarar, námsfrøðingar, hjálparfólk, skrivari, reingerðarfólk og húsavørðar.

Tvøroyrar skúli er skipaður sum ein skúli við einari deild í Trongisvági, har innskúlingin (forskúli – 3. flokkur) húsast, og mið- og hádeild á deildini í Tvøroyrar skúla. Vit hava, í samstarvi við býráðið og skúlastýrið, gjørt munandi ábøtur og dagføringar á skúlan, og tað arbeiðið heldur fram, inntil skúlin lýkur øll krøv til nútímans undirvísing.

Søkt verður eftir lærarum, sum:

– undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skulu undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans.

– duga at samstarva og eru fyrikomandi

– leggja dent á nærlagni, stundvísi, fakliga og námsfrøðiliga menning

– eru fús/ir at taka á seg allar tær fjølbroyttu og fjøltáttaðu uppgávurnar, sum eru í skúlanum

Førleikakrøv

Læraraútbugving. Tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar, søkja á jøvnum føti við tey, sum longu hava lokið prógv.

Lønar- og setanartreytir

Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so er, at tey, sum sett verða, eru tænastumannasett frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Barnaváttan verður kravd í samband við setanina.

Umsóknir við prógvi og CV skulu verða skúlanum í hendi í seinasta lagi ónsdagin 21.mai 2025 kl. 12.00.

Umsóknir sendast til:

Tvøroyrar skúli

Kirkjubrekkan 3

FO –  800 Tvøroyri

ella á teldupost: tvo@skulin.fo

Nærri kunning um størvini fæst við at venda sær til

Jón Johannesen, skúlastjóri á tlf. 222320; teldupostur jon.johannesen@skulin.fo

Facebook viðmerkingar