
Vágbingar kunnu nú tilnevna fólk at heiðra til Ljósfestina 2025.
Vikuskiftið 15-16 og 17. august verður Ljósfest í Vági, har tónleikur og mangt annað verður á skrá. Eitt av afturvendandi tiltøkunum á Ljósfest er heiðranin av fólki, ið hava gjørt eitthvørt gott fyri Vág. Í samband við ársins Ljósfest, er møguligt at tilnevna fólk ella felagsskap, ið hava uppiborið ein heiður frá Vágs Kommunu.
Øll kunnu tilnevna ein persón ella felagskap við at trýsta her. Freistin at tilnevna er 1. juni 2025.
Tann, ið tilnevndur verður, skal hava:
gjørt eitthvørt gott fyri Vág.
gjørt hetta í einum positivum anda, ikki neyðturviliga sum partur av arbeiðinum.
sterkt tilknýti til Vág.
Tað, at heiðra fólk, er okra máti, sum kommuna, at siga takk til tey, sum leggja orku í at bygdin hevur tað gott og at trivnaðurin í Vági er í hásæti. Hetta sigur Levi R. Mørk, formaður í Mentamálanevndini.
Í 2021, 2022, 2023 og 2024 heiðraði Vágs Kommuna: Niels Petur Nolsøe, Poul Andreasen, Robert McBirnie, Ingeborg Vinther, Jonhild Kjærbo, Jórun Hansen, Gudmund Jacobsen Frelsunarherin og Sævar Haldórsson fyri teirra íkast á lívsleiðini fyri Vágsbygd.
Facebook viðmerkingar