FC Suðuroy vann 3-2 í Leirvík

FC Suðuroy hevur í dag spælt ímóti Víkingi í Leirvík. Dysturin byrjaði kl. 13 og endaði fyri løtu síðani.

FC Suðuroy vann dystin 3-2. Málini hjá FC Suðuroy gjørdu David Lisberg, Rói K. Vilhelm og Ari K. Poulsen.

Úrslitið førir við sær, at FC Suðuroy nú hevur 22 stig á 3. plássi. Seinni í dag spæla FC Hoyvík (nr. 1) og AB (nr. 2).

Facebook viðmerkingar