Adventshugni í Meinigheitshúsinum í Vági

Tíðindi

1. sunnudag í advent verður árligi adventshugnin í Meinigheitshúsinum í Vági.

Seinastu árini hava børn, ung og eldri nýtt eina løtu saman um sang, andakt, og so eisini ymiskt ítriv, samstundis sum jólatónleikur og prát hevur merkt løtuna, tá ið Meinigheitshúsið hevur havt adventshugnan.

Í ár vitjar Mourtis M. Viderø til tiltakið, og fer at hugna um við sangi, eins og tað verur farið gera køkur, dekoratiónir og tekningar undir tiltakinum.

Endamálið við tiltakinum er at hugna sær saman, fáa eitt gott orð við á leðini, umframt at ein kann nýta løtuna til at gera nakað av jólastákan. Tiltakið byrjar kl.17.00 og er liðugt umleið 18.30 og vónandi koma bæði børn úr sunnudagsskúlum, ung, vaksin og eldri við, um tey hava børn ella ei, tí løtan er ætla øllum.

Av tí at tiltakið liggur kl. 17.00 so er hetta ein samanrenning av sunnudagsskúlanum og møtinum fyri hendan dagin.

Meinigheitshúsið í Vági

Facebook viðmerkingar