“Borgin” úr Vági og aðrir bátar og skip á Eystaru Vág í Havn á sumri í 1954

Heri Simonsen hevur seinastu árini gjørt eitt megnararbeiði at fáa filmar, sum abbi hansara, Gunnar Gunnarsson (1916-1992) tók upp, talgildar og lagdar út á internetið.

Millum seinastu upptøkurnar, sum eru lagdar út er hendan, har “Borgin” úr Vági og aðrir bátar og skip á Eystaru Vág í Havn á sumri í 1954. Svørt/hvít 8 mm filmsupptøka hjá Gunnari Gunnarsson (1916-1992). Thorvald Hjelm førdi “Borgina”. Eldur kom í “Borgina” sama heystið í 1954. Hetta hendi í Grønlandi.

Facebook viðmerkingar