Minningarhald í Vági

Alla halganna dag, 1. november kl. 15.00 verður Minningarhald teirra sjólætnu í Vágs kirkju v/Patrick de Neergaard, presti. Eftir gudstænastuna verður kransur lagdur við Minnisvarðen fyri sjólatin.

Aftaná verður drekkamunnur í Meinigheitshúsinum.

Minnisvarðaøkið er í ár dagført og í hesum sambandi eru eisini nýggjar plátar gjørdar, soleiðis at tær gomlu pláturnar eru skiftar út við nýggjar steinplátur, har nøvnini eru á.

Facebook viðmerkingar