Torgerð og Elna vunnu 33. umfar í sjavs

Tórskvøldið varð 33. umfar í sjavs í VB-húsinum og nú eru bara 3 umfør eftir av sjavskappingarárinum.

Hetta 33. umfarið vunnu Torgerð í Lágabø og Elna Poulsen.

Úrslitið av umfarinum var:

Nr. 1. Torgerð í Lágabø og Elna Poulsen, 4 stig hvør
Nr. 2. John Jacobsen og Dánjal Petur Thorsteinsson, 3 stig hvør
Nr. 3. Eyðolf Bech og John Bech, 2 stig hvør
Nr. 4. Kathrina Borgardal og John Nilssen, 1 stig hvør.

Næsta umfar í sjavskapping verður tórskvøldið og spælt verður vesturi í VB-húsinum kl. 18.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar