Tjóðveldi hevur lagt uppskot fram um fyribyrging av fólkasjúkum

Talan er um eina royndarverkætlan, sum tekur støði í at fremja heilsu og at fyribyrgja lívsstílssjúkum.

Ætlanin er í fyrsta umfari at játta 200.000 kr. til Fólkaheilsuráðið til verkætlanina Heilsuframi í 2019, so ætlanin kann fara í gongd beinanvegin, og mett verður, at 1,5 mió. kr. mugu játtast fyri 2020. Fólkaheilsuráðið arbeiðir miðvíst við heilsufremjing og fyribyrging. Tey hava, saman við øðrum heilsustarvsfólkum, víst á verkætlanina Heilsuframi.

Ætlanin er við denti á rørslu, kostvegleiðing, samrøðum v.m. at leggja lunnar undir betri heilsu hjá føroyingum. Vit vita av royndum, at fleiri av teimum lívsstílsjúkum, fólka í okkara samfelag stríðast við, kunnu fyribyrgjast. Gransking hevur eisini staðfest hetta. Millum annað ber til í ávísum førum at fyribyrgja diabetes og eisini at útseta, at sjúkan brýtur út, um sett verður inn við skipaðum rørslutilboði og m.a. kostvegleiðing.

Hyggja vit eftir samlaðu játtanini til fyribyrging, er hendan lág í mun til, hvat vit brúka til viðgerð. Her má ein hugburðsbroyting til. Vit mugu fáa økt játtinina til fyribyrging og heilsufremjing munandi, so lutfallið verður javnari millum viðgerð og fyribyrging.

Við at játta pening til Heilsuframa er ætlanin, at fólk skulu fáa betri heilsu og lívsgóðsku. Tí eigur eitt uppskot sum hetta at síggjast sum liður í at minka um og/ella halda heilsivágsútreiðslur, heilsuútreiðslur og t.d. pening til sjúkrameldingar niðri. Millum lívsstílssjúkurnar eru ov høgt blóðtryst, diabetes, yvirvekt, strongd o.a. Nakrar av orsøkunum, sum elva til sjúkurnar, eru manglandi rørsla, ósunnur matur, royking o.a. Hetta eru orsakir, ið arbeiðast kann miðvíst við, og sum fólk gjøgnum køna vegleiðing og við stuðli kunnu broyta, og í síðsta enda sjálvi kunnu taka abyrgd av, og harvið fáa betri heilsu.

Lívsstílsjúkurnar raka breitt og tað er ein stórur bólkur av fólki, sum hevur tær. Tí er tað samfelagsgagnligt at gera eitt miðvíst átak fyri at minka um hesar. Tá ið tað er sagt, mugu vit eisini hava fyri eyga, at ikki øll, sum hava hesar sjúkur, hava tær orskað av lívsstíli, men ættarbregði og annað kann spæla inn. Eisini fyri hesi fólk kunnu heilsufremjandi tiltøk vera góð fyri at bøta um lívsgóðskuna og fyribyrgja enn fleiri fylgisjúkum.

Facebook viðmerkingar