Betra liðið vann

Ítróttur

Lagt varð upp til ein spennandi dyst í Vágs Høll seinnapartin, tá VB tók ímóti VÍF. VB-kvinnurnar ætlaðu sær uttan iva revansju frá tapinum í Vestmanna, men VÍF-kvinnurnar vóru eina tonn betri og vunnu eisini dystin uppiborið.

Dysturin byrjaði annars javnt. Liðini bæði stríddust væl og fylgdust eisini fyrsta korterið. Men hóast VB fleiri ferðir hevði ávísan fyrimun orsaka av útvísningum hjá VÍF í fyrra hálvleiki, so var tað hinvegin VÍF, sum megnaði at halda tørn ella enntá at “vinna” teir 2 minuttirnar, tær vóru undirmannaðar.

Seinnu helvt av fyrra hálvleiki legði VÍF seg eisini framum við 2 málum, sum VB ikki megnaði at vinna innaftur. Hálvleiksstøðan var 18-15 til VÍF.

Í seinna hálvleiki megnaði VB ongantíð at vinna seg inn á VÍF, men var tað í staðin VÍF, sum spakuliga dróg frá. Eina løtu vóru 5 mál á muni, men dysturin endaði við einum 33.29 sigri til VÍF.

 

Vælkoyrandi VÍF-lið

VB møtti einum sera vælkoyrandi VÍF-liðið, sum spældi skjótt álopsspæl. Allir leikarar á VÍF-liðnum vóru vandamiklir og tóku ábyrgd tá møguleikin var har, og vóru harumframt væl tryggar í avgerandi støðum, enn VB-kvinnurnar vóru.

VB-verjan hevur staðið betri aðrar dagar og hesum møguleika tóku VÍF-kvinnurnar eisini av. Samstundis sum Vestmanna-kvinnur vóru ágrýtnar og stríddust væl í verjuni.

Eina løtu miðskeiðis í seinna hálvleiki hevði VÍF eina slakari løtu og hevði VB tá møguleikan at minka um munin og koma uppá javnleik. Men hetta var ein av teimum døgunum, har tað var stong út, heldur enn stong inn. -Og so hevði VÍF-málverjin eisini ein framúr góðan dag og gjørdi tað trupult hjá VB at fáa mál í avgerandi støðum.

Samamumtikið vann betra liðið dystin – og lítið er at ivast í, at VÍF verður annað av liðunum í FM-finaluni í vár.

 

Mynd: Bjartur Vest.

Facebook viðmerkingar