Verður Smyril lagdur um Starvmannafelagið fer í verkfall?

LEIÐARIN: Jólini nærkast og við tí eisini jólahøgtíðin, tá fólk í túsundtali leita heim til sínu kæru at halda jól, bæði uttan úr heimi, úr bygd í bý og úr bý í bygd. Eisini um Suðuroyarfjørð ferðast nógv fyri at halda jól og nýggjár saman við sínum kæru.

Í løtuni sita Starvsmannafelagið og Fíggjarmálaráðið í samráðingum um lønir og onnur sáttmálaviðurskifti. -Og sum skilst, so er langt millum partarnar, tá umræður lønarspurningin.

Vil illa til, so verður verkfall.

Og tá Starvsmannafelagið fer í verkfall, so merkir tað í stuttum, at limirnar hjá Starvsmannafelagnum fáa frí, meðan suðuroyingar verða avbyrgdir frá restini av landinum og restini av Heiminum, tí Smyril verður lagdur.

Og verður verkfall upp undir jól, so merkir hetta eisini, at fólk eru avskorin frá at ferðast til Suðuroyar um jólini ella fara av oynni um jóltíðir – ein lítið hugalig støða!

Men hetta er støðan sum suðuroyingar og Suðuroyggin er í ár um ár, tá verkfall er. Hvørja ferð lovað politikarar, at hetta skal ikki henda aftur…

Spurningurin er so: Verður Smyril lagdur um Starvsmannafelagið fer í verkfall?

Facebook viðmerkingar