Hví verður laksurin ikki virkaður í Suðuroynni?

Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, vil hava at vita, hví laksurin hjá Bakkafrosti ikki verður virkaður í Suðuroynni, sum ásett er við lóg. Tí hevur hann sett landsstýrismanninum við vinnumálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.

Suðurrás visti í gjár at siga, at 40 fólk eru uppsøgd á kryvjivirkinum hjá Bakkafrosti í Vági.

Undanfarna samgonga ásetti við lóg, at laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal virkast í Suðuroy.  Lógin ásetir kortini, at landsstýrismaðurin skal geva undantaksloyvi frá krøvunum, tá talan er um sjúku- og sjúkufyribyrgjandi tiltøk, og sambært kunngerð kann Aliumsitingin hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni veita undantak orsakað av umstøðum, sum loyvishavari ikki hevur ræði á, og sum tað ikki frammanundan ber til hjá loyvishavara at forða fyri.

Sum skilst í Kringvarpinum í gjárkvøldið er grundgevingin fyri, at laksurin nú er fluttur av oynni, at arbeiðsorkan skal brúkast til fulnar, tá laksurin er komin á tøkuvekt. Sambært lóg og kunngerð um undantøk, er hetta neyvan nóg góð grundgeving, heldur Henrik Old, tingmaður.

– Endamálið hjá undanfarnu samgongu við at áseta kravið um, at fiskurin skal virkast í Suðuroynni, var at tryggja støðug arbeiðspláss í oynni. Suðuroyingar hava av góðum grundum ikki somu møguleikar sum onnur til at ferðast millum bústað og starvsstað, og tí er alneyðugt fyri trivnaðin, at støðugt arbeiði er í oynni. Tí havi eg sett henda fyrispurning, sigur Henrik Old.

Facebook viðmerkingar