Meiri laksur fluttur til Suðuroyar enn úr Suðuroy

Bakkafrost flutti í fram til jóla 2019 samanlagt 1.353 tons av laksi frá alibrúkum í Suðuroy norður á Glyvrar at virka. Men Bakkafrost flutti í sama tíðarskeiði 1.366 tons frá alibrúkinum norðanfjørðs til Suðuroyar at virka. Sostatt eru 13,5 tons fleiri flutt til Suðuroyar enn úr Suðuroy í 2019.

Løgtingsmaðurin Henrik Old spurdi í fjølmiðlunum í gjár: ”Hví verður laksurin ikki virkaður í Suðuroynni?”
– Henda spurning spyr Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin í grein í fjølmiðlunum í gjár.

Samstundis verður upplýst, at tingmaðurin hevur sett landsstýrismanninum við vinnumálum ein fyrispurning hesum viðvíkjandi.

Bakkafrost raðfestir virksemið í Suðuroynni sera høgt. Vit hava tey síðstu árini gjørt útbyggingar í Suðuroy fyri fleiri 100 mió kr, og ætla komandi árini at byggja út fyri enn meira. Hetta fer at viðføra javnari virksemi og gera verandi størv meira støðug og harumframt skapa enn fleiri støðug arbeiðspláss í oynni. Vit mugu tó viðurkenna at tað tekur tíð at økja virksemið. Tað tekur 3 ár, frá tí at ein laksur verður klaktur, til hann er tøkubúgvin, tað tekur drúgva tíð at byggja nýggj virkir og alt skal hanga saman.

Ætlanin um at framleiða størri smolt er tengt at hvussu skjótt tað gongur at byggja nýggjar smoltstøðir. Miðalvektin á smolti hjá Bakkafrost liggur nú um 300g – men ætlanin er at um tvey ár skal miðalvektin vera 500g. Hetta fer at stytta framleiðslutíðarskeiðið niður í umleið eitt ár, og fer at gera at tey fýra aliøkini í Suðuroy fara at framleiða meira laks og harvið javnari virksemi. Fyrsti laksurin av Hvalbiarfirði verður tikin nú á heysti 2020, og harvið verða við til at tryggja meira arbeiði innan virking av laksi í Suðuroy í 2020.

Hetta við at allur laksur, sum verður aldur í Suðuroy, skal viðgerast í Suðuroy kom sum kunnugt í kunngerð nr. 90 frá 27. juni 2018. Her verður ásett í §2, at laksur frá alibrúkum á alifirðum í Suðuroy skal verða virkaður í Suðuroy. Sama kunngerð ásetir eisini í §4 at Heilsufrøðiligu starvsstovuni kann veita undantak fyri, at fiskur verður virkaður aðrastaðni enn í Suðuroy.

Vegna veterineru umstøðurnar á alibrúkinum kann Heilsufrøðisliga Starvsstovan bæði koma við áleggingum og krøvum, sum viðføra at neyðugt er at taka laksin skjótt. Serliga um veturin tá veðrið er avbjóðandi, eru vit ofta í umstøðum, sum gera tað trupult at leggja til rættis. Hetta hevur í nevnda tíðarskeiði viðført, at Bakkafrost í árinum hevur flutt 1.353 tons av laksi frá alibrúkum í Suðuroy norður á Glyvrar at virka; men harafturat flutt 1.366 tons frá alibrúkunum í Funningsfirði og Fuglafirði til Suðuroyar, soleiðis at samanlagt eru 13,5 tons fleiri flutt til Suðuroyar enn úr Suðuroy.

Tað eru eykakostnaðir at flyta laks soleiðis aftur og fram sum nevnt frammanfyri. Tað, sum serliga spælir inn um veturin, er, at veðrið kann forða fyri viðgerðum móti laksalús, samstundis sum tøkuklárur fiskur stendur í sjónum. Tá skal ikki nógv til at neyðugt er at taka stóra mongd av laksi innan stutta tíð – og at álegging kemur um hetta frá mynduleikunum – neyðugt er tá at nýta alla framleiðsluorkuna fyri at tøma ein alifjørð skjótt.

Bakkafrost hevur sum kunnugt nógv aliøkir, og hevur tað ligið væl fyri at skipa tøkuna soleiðis, at aðrar tíðir verður laksur fluttur øvugtan veg, og harvið hevur virksemi verið á virkinum, tá tað annars hevði ligið stilt.

Til hvønn einasta flutning av laksi skal loyvi fáast til vega frá mynduleikanum, sum er Heilsufrøðisliga Starvsstovan. Eingin laksur verður fluttur frá alibrúki til tøku uttan loyvi (smb. Kg. nr. 98 frá 8. Juli 2003). Loyvið ásetir neyvt hvagar loyvt er at flyta fiskin. Eingin laksur er fluttur hvørki frá ella til Suðuroynni uttan við loyvi frá myndugleikanum.

Eins og í 2019 – fer Bakkafrost í 2020 at javna arbeiðið í Suðuroy við at flyta laks frá alibrúkum norðanfjørðs til Suðuroyar at virka. Hetta fer at gera, at arbeiðið kann byrja fyrr enn ætlað nú í vár innan laksavirking í Suðuroy.

Starvsfólk okkara á virkinum í Suðuroy fingu fríggjadagin formliga fráboðan eftir galdandi lógum og sáttmálum um støðuna. Vit ynskja at stilla okkara starvsfólk so væl sum gjørligt, nú vit ikki hava arbeiði á virkinum komandi mánaðirnar.

Talan er her um vanliga mannagongd og eina formliga fráboðan. Hetta sær man eisini hjá øðrum fiskavirkjum, sum ikki hava arbeiði alt árið. Við hesum eru tey frí at søkja sær annað tøkt arbeiði ella at fáa arbeiðsloysisstuðul.

Vit eru sera glað fyri okkara starvsfólk á virkinum í Suðuroy, sum hava gjørt eitt megnar arbeiði at fáa hetta nýggja virksemið hjá okkum væl upp at koyra. Vit harmast sjálvandi, at vit ikki hava møguleika at bjóða teimum fast arbeiði árið runt enn, men um ikki alt ov langa tíð vænta vit, at arbeiðið verður meira støðugt.

Tá vit byrja arbeiðið aftur í Suðuroynni um nakrar mánaðir vóna vit, at fólkini aftur vilja koma at arbeiða hjá okkum. Tá verða tað so bæði laksurin úr Froðba og Hvalba, sum skal virkast, umframt at vit byrja virksemið á virkinum við at flyta somu nøgd suður sum vit hava flutt norður síðstu vikurnar. Men tað verður so aftur ein steðgur fyrra hálvár 2021, til fiskur aftur kann takast í Vági.

Tað hevði verið skilabetri, at kravið um virking í Suðuroy varð broytt. Hetta kundi verið gjørt við at frítt var at flyta norður, um í minsta lagi sama mongd verður førd verður suður aftur. Í 2018 vóru viðurskiftini broytt, soleiðis at allur laksur nú kemur til virkið við skipi, hetta ger at virksemi ikki tengt at júst hvørjum fjørði laksurin kemur frá. Hetta hevði gjørt tað møguligt at havt eitt javnari virksemi á virkinum í Vági, umframt at tað hevði stuðlað upp undir ein tryggari rakstur av alibrúkunum.

Tíðindaskriv frá Bakkafrost

Facebook viðmerkingar