Heiðraðu Evropameistaran Dánjal Martin Hofgaard

Í kvøld var móttøka fyri Dánjal Martin Hofgaard, sum leygardagin gjørdist Evropameistari á 2.000 m. teininum í inniróðri við EM í Prag, og harumframt eisini vann silvurmedalju í sprint-teininum.

Vágs kommuna og Vágs Kappróðrarfelag skipaðu fyri móttøkuni, sum var í nýggja kappróðrarneystinum á havnarlagnum í Vági – og nógv fólk vóru komin saman.

Rógvi Kærbech, formaður í Vágs kappróðrarfelag, bjóðaði vælkomin, ynskti Dánjal Martin tillukku við einstandandi úrslitunum og flutti fram takkarrøðu til Dánjal Martin í samband við tað stóra arbeiða hann hevur gjørt í Vágs Kappróðrarfelag.

Síðani ynskti Dennis Holm, borgarstjóri, Dánjal Martin tillukku og flutti fram røðu og segði m.a.:

At eydnast sum einstaklingur ella saman við familjuni er ein sera góð kensla, men at eydnast og hava success umboðandi eina bygd ella eina oyggj ella umboðandi eitt heilt land, er nakað heilt serligt.

Gull-medaljuna og silvur-medaljuna hevur tú vunnið Dánjal Martin – men við Evropameistaraheitinum hevur tú vunnið bæði tær sjálvum, familjuni – og okkum øllum í nærumhvørvinum her í Vági, í Suðuroynni – og ikki minst Føroyalandi heiður.

Tíni avrik vísa okkum øllum, at tað ber til at seta sær stór mál – og við miðvísum innsatsi arbeiða fram ímóti málunum og røkka hægstu tindum.

Hetta er ikki fyrstu ferð tú vendir heimaftur við gull-medalju og meistaraheiti til Vágs. Tað hevur tú m.a. gjørt saman við manningini á Tofta Regin sum Føroya Meistari í 2017. Fyri fimm árum síðani, í 2015, gjørdist tú eisini Heimsmeistari í inniróðri í Boston.
Og nú tú er komin heimaftur úr Prag sum Evropameistari, so hevur okkara ungdómur her í Vági – ja, okur øll – eina velduga fyrimynd í tær, sum Heimsmeistara, Føroyameistara – og nú eisini Evropameistari.

Okur eru so heilt ómetaliga stólt av tær – og so sera fegin um, at tú vinnur bæði tær, Vágs Kappróðrarfelag og allari bygdini heiður.

At fortelja umheiminum at Evropameistarin í inniróðri býr í Vági – og tað havi eg longu gjørt fleiri ferðir hesa vikuna – tað er ein stór, góð og fløvandi kensla – takk eigur tú fyri at okur kunnu hava hesa kenslu, segði Dennis Holm, borgarstjóri í røðuni fyri Dánjal Martin Hofgaard.

Dánjal Martin eisini til HM
Um tríggjar vikur gongur leiðin hjá Dánjal Martin Hofgaard eisini til Heimsmeistarakappingina í inniróðri.

Facebook viðmerkingar