TB brynjar seg til kappingarárið

Bolt.fo: TB fer í ár at hava ein munandi breiðari hóp enn síðsta ár.

Tað ljóðar, at TB fær styrk frá Afrika og venjarin Michael L. Winther váttar, at TB fær tveir leikarar frá Chana.

– Vit fáa tveir 19 ára gamlar leikarar frá Chana. Hesir koma frá einum samstarvspartnara frá Portugal, sum hevur eitt akademi í Ghana í samstarvi við Benfica. Danski Mads Raben er komin til landið, og so vænta vit at fáa ein føroyskan málverja, sum ger ‘’comeback’’ og sum skal geva málverjanum Frederik Mehder kapping. Vit koma at hava ein hóp á 22 leikarar umframt tveir U17-leikarar, sigur Michael L. Winther.

TB kemur sostatt eftir ætlan at hava ein hóp við átta útlendingum.

Ken Fagerberg

Ndende A. Gueye

Frederik Mehder

Rasmus Kawiecky Møller

Sebastian Benjamin Kroner

Mads Raben

(Umframt tveir frá Ghana) 

TB spælir fyrsta venjingardystin sunnudagin á heimavølli móti KÍ, sum fer á venjingarlegu í Vági frá mikudegnum til sunnudagin.

Facebook viðmerkingar