Hvat bagir internetinum í Suðuroynni?

Suðuroyggin og suðuroyingar eru vanir við at vera avskornir frá restini av landinum, vegna vánaligt ferðasamband ella mangul uppá sama.

Men nú er tað ikki bara ferðasambandið við Smyrli, sum er óregluligt.

Suðuroyggin liggur við skerdum fjarskifti, orsaka av, at FT NET, í eitt heilt ár hevur latið staðið til, og frávalt at umvælt brekið á eina av tveimum sjókaðalum, ið liggja millum Suðuroynna og Streymoynna.

Og nú fyri kortum, slitnaði so tann seinni kaðalin, við tí úrsliti, at nú er onki kaðal samband til Suðuroynna. Og skoytast kann uppí, at hetta er ikki fyrstu ferð, at báðir kaðalar til Suðuroynna hava verið slitnir í senn.

Telesamskiftis tænastan til Suðuroyingar verður sostatt í óásetta tíð sera vánalig, ella rættari nærmast óbrúkulig, við seinum og til tíðir, ongum interneti, flimrandi Televarpi, vánaligum 4G neti og sannlíkt óálítandi teldupostskipan.

Átaluvert er, at FT NET – við vilja? – hevur valt onki at gera fyri at rætta breki á tann eina kaðalin farna summar, hóast at góðir møguleikar hava verði fyri at umvalt henda.

Nú er tænastustøði hjá vinnuni og privatum á einum ikki nøktandi støði, og hetta ávirkar allar kundar hjá Føroya Tele, Nema og Elektron, sum ikki fáa tað tænastuna teir gjalda fyri.

Kortini verða suðuroyingar kravdir at gjalda ein frammanundan høgan prís fyri eina vøru, uttan at man fær tað tænastuna, goldið verður fyri.

Slíkt eigur ikki at koma fyri og kann ikki góðtakast, siga fleiri ónøgdir suðuroyingar, Suðurrás hevur tosa við.

Facebook viðmerkingar