Gongur væl at gera vegin til vindmyllulundina í Porkerishaganum

Fyrst í januar varð farið undir at gera vegin niðan til vindmyllulundina í Porkerishaganum, har SEV skal seta upp 7 vindmyllur. Vegurin verður umleið 1,5 km langur og nú Articon, sum stendur fyri arbeiðinum, komnir heilt niðaná, har vindmyllurnar koma at standa.

Arbeiðið hevur gingið væl og fleiri maskinur hava verið ígongd, nú vegur skal gerast niðan gjøgnum hagan. Niðanfyri eru nakrar myndir.

Um vindmyllulundina
SEV hevur fingið loyvið at seta upp 7 vindmyllur í Porkerishaganum við einum samlaðum mátti á 6,3 MW. Vindmyllurnar verða settar upp í Heimara Parti í Porkerishaganum og verða 45 metrar høgar. Vindmyllurnar hava veingjabreiðið, sum er 44 metrar og koma at standa á betonfundamentum, sum verða gjørd í haganum.

Myndirnar tók Niels Jacob Eysturberg.

Facebook viðmerkingar