Tova og Beinir vunnu 6. umfar í sjavs

Tova Kjærbo og Beinir Thomsen vunnu 6. umfar í sjavskappingini hjá Suðuroyar Sjavsfelag, sum varð spælt í VB-húsinum tórskvøldið.

Úrslitið av umfarinum var hetta:
Nr. 1. Tova Kjærbo og Beinir Thomsen, 4 stig hvør
Nr. 2. Helen Waag og Trúgvi Berg, 3 stig hvør
Nr. 3. Karin Kalsberg og Gudfinn Olsen, 2 stig hvør
Nr. 4. Torgerd í Lágabø og Páll Lervig, 1 stig hvør

Úrslitið førir við sær, at Beinir Thomsen aftur hevur lagt seg á odda í sjavskappingini. Beinir hevur 14 stig, 4 fleiri enn Hans Jacob Bech, Egill Steintórsson og Eirik Poulsen á 2. plássi. Støðan í sjavskappingini er her.

Næsta sjavskapping verdur aftur tórskvøldið 13. februar kl. 18.30.

Øll eru hjartaliga vælkomin.

Facebook viðmerkingar