Korona-hugni úr VB-húsinum tórskvøldið kl. 19.30

So er tað nú tórskvøldið kl. 19.30, at bjóðað verður til talgilda hugnaløtu úr VB-húsinum. Stroymingin byrjar kl 19.15, tá ljóð og annað verður roynt, og so verður verulig gongd á frá kl. 19.30. 

Kvøldsetan verður merkt av tónleiki, tí fleiri tónleikarar eru við til kvøldsetuna, og eru teir Dagfinn Olsen, Hjalmar Magnussen, Bergur Gudmundssen, Hans Jacob Hjelm og Ingi Poulsen.

Umframt tónleikin, so verður práta, og lurtararnir sleppa eisini upp í part, tí teir kunnu nevniliga senda heilsanir og ynskir inn, soleiðis at tónleikararnir kunnu tríva í onkran av ynsktu sangunum, og soleiðis fáa hugna um í hesum koronatíðum.

Ein ella fleiri táttir, ið eru skrivaðir til tiltøk, ið júst hava verið í Vági, verða eisini framførdir í kvøld.

Kom við, umvegis facebook og vælkomin at deila tað víðari – leinkja til hugnaløtuna úr VB-húsinum tórskvøldið er her.

Facebook viðmerkingar