Føroyski báturin tilnevndur til UNESCO listan yvir siðaarv

Føroyar hava saman við hinum norðurlondunum tilnevnt norrøna súðubygda bátin til UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv.

Føroysk feløg, søvn og bátasmiðir hava í fleiri ár arbeitt saman við norðurlendskum áhugafeløgum, søvnum og bátasmiðum um eina felags norðurlendska tilnevning av norrøna súðubygda bátinum til UNESCO listan yvir umboðandi siðaarv. Fyrr í ár tók landsstýrið undir við ætlanunum um eina felags norðurlendska tilnevning, og týsdagin 24. mars varð tilnevningin handað UNESCO.

Føroyski báturin er ein týðandi partur av okkara siðaarvi, men verður einki gjørt, er vandi fyri, at livandi bátasmíð og vitanin um føroyska bátin doyr út millum fólk. Føroyski báturin sæst framvegis í brúki, um enn mest sum kappróðrarbátur, men bátasmiðirnir fækkast, og føroyski báturin verður alsamt meiri trokaður til síðis av glastrevjabátum.

Endamálið við tilnevningini er at varpa ljós á og skapa grundarlag fyri, at vitanin um bátin, bátasmíðið og brúkið av bátinum kann verða varðveitt og ført víðari til komandi ættarlið.

Um alt gongur eftir ætlan kemur norrøni súðubygdi báturin á UNESCO listan í desember 2021.

UNESCO listin yvir umboðandi siðaarv hjá mannaættini er liður í sáttmálanum um verju av siðaarvi, sum fekk gildi í Føroyum 1. oktober 2018.

Endamálið við sáttmálanum er at tryggja, at vit sum samfelag verja og vísa viðing fyri siðaarvinum. Við at taka undir við sáttmálanum binda Føroyar seg til at virka fyri, at siðaarvurin kann hava sítt livandi virki í samfelagnum og at vit fremja gransking og útbúgving á økinum.

Facebook viðmerkingar