Nevndin í BankNordik hevur skipað seg

Í dag varð ársaðalfundurhildin í BankNordik, og eftir fundin skipaði nevndin seg við Ben Arabo sum nevndarformanni.

Á aðalfundinum varð m.a. avgjørt, at einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019.

Ársaðalfundurin hjá BankNordik varð í dag hildin sum upprunaliga ætlað, hóast talan var um ein heldur øðrvísi aðalfund. Til tess at fylgja tilmælunum frá myndugleikunum um at fyribyrgja smittu við koronavirusi legði bankin seg eftir at avmarka aðalfundin so nógv sum gjørligt. Eitt nú var nevndin ikki til staðar, og nógvir partaeigarar høvdu latið fulltrú í staðin fyri at møta.

Ben Arabo nýggjur nevndarformaður
Nevndarforkvinnan í BankNordik seinastu 5árini, Stine Bosse, hevði frammanun-dan boðað frá, at hon ikki tók við afturvali, og tí vargreittundanfundinum, atnýggjur nevndarformaðurskuldi veljast. Beint eftir ársaðalfundinskipaði nýggja nevndinseg við Ben Arabo sum nevndarformanni og John Henrik Holm sum næst-formanni.

”Eg eri fegin um at verða valdur til formann í BankNordik. Eg síggi fram til at verða partur av at styrkja og menna ta sterku støðu, ið BankNordik hevur, og støðugt at betra um kappingarførið frameftir. At varðveita styrki og kappingarføri er serliga týdningarmikið í tíðum sum hesum, har BankNordik hevur ein sera týdningarmiklan leiklut at hjálpa sínum kundum gjøgnum verandi marknaðarstøðu,”sigur Ben Arabo, nývaldur nevndarformaður í BankNordik.

Hesi manna nú nevndinaí P/F BankNordik:
Ben Arabo, formaður
John Henrik Holm, næstformaður
Barbara P. Vang, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Jógvan Jespersen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Gunnar Nielsen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Hans Arni Bjarnason Thomsen, aðalfundarvaldur nevndarlimur
Kenneth M. Samuelsen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Dan Rasmussen, starvsfólkavaldur nevndarlimur
Alexandur Johansen, nevndarlimur umboðandi samtakið

Einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019
Tað er sera óvist, hvørjar avleiðingar COVID-19 fer at hava fyri samfelagið og virksemið hjá BankNordik, og tí er tað í løtuni trupult at meta um fíggjarligu útlitini hjá samtakinum. Tí metir bankin tað ikki vera ráðiligt at gjalda íleggjarum 67,2 mió. kr. vinningsbýti fyri 2019, sum ætlanin upprunaliga var. Á aðalfundinum varð tí samtykt, at einki vinningsbýti verður goldið fyri 2019.

Á ársaðalfundinum vórðu hesi mál viðgjørd:
Frágreiðing nevndarinnar um virksemiðhjá BankNordik í 2019 varð góðkend
Ársfrágreiðingin hjá BankNordik fyri 2019 varð góðkend
Avgerð varð tikin umikki at gjaldavinningsbýtifyri 2019
Uppskot nevndarinnar um val av 6 aðalfundarvaldum nevndarlimum varð góðkent
Nevndarlimirnir Barbara Pállsdóttir Vang, Jógvan Jespersen, John Henrik Holm og Gunnar Nielsen vórðu afturvaldir, meðan Ben Arabo og Hans Arni Bjarnason Thomsen vórðu valdir sum nýggir nevndarlimir

P/F Januar, løggilt grannskoðanarvirki, og PricewaterhouseCoopers Stats-autoriseret Revisionspartnerselskab, vórðu afturvaldirsumuttanhýsis grannskoðarar

Uppskot nevndarinnar um nevndarsamsýningar í 2020 varð góðkent

Facebook viðmerkingar