81 føroyingar frískir og fleiri frísk enn sjúk seinasta samdøgrið

Í løtuni eru í alt 81 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Ein persónur er innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Sum talvan omanfyri vísir, so eru tað rættiliga fáir nýggir tilburðir hvønn dag, samstundis sum tað eru fleiri sum verða frísk. Seinastu vikuna eru 37 nýggir tilburðir av corona-smittuni, meðan 36 eru blivin frísk.

Talið av teimum, sum eru sjúk, er sostatt rættiliga støðugt, eins og víst í myndini niðanfyri.

Facebook viðmerkingar