Maersk Transporter við trimum føroyingum umborð álopnir av sjórænarum

Mánanáttina var supply-skipið Maersk Transporter, sum er ein sokallaður “ankar-handlari”, álopin av sjórænarum – André Johannessen úr Vági er skipari.

Meðan skipið lá fyri akker útfyri Cuidad del Carmen í Mexico komu mánanáttina í minsta lagi seks vápnaðir menn umborð, greiður André frá. Alt var avlæst umborð, men teir skutu sær atgongd ígjøgnum vindeyguni á brúnni og komu á tann hátt innum.

Greinin heldur áfram undir myndini

Síðani leitaðu teir gjøgnum alt skipið, skutu og brutu seg inn ígjøgnum hurðar, og nakrir av manningini vórðu drignir út av kømurunum, greiður André frá.

Vit hava trygdarrúm umborð og nakrir av manningini megnaðu at sleppa í trygdarrúmið og stongja seg inni, ímeðan aðrir goymdu seg fyri sjórænarunum. -Men fimm av manningini vórðu tiknir av sjórænarunum og førdir uppá brúnna og síðani útum, alt ímeðan restina sjórænarunum leitaðu alt skipið ígjøgnum og stjólu tað, sum teir kundu stjala. Hetta stóð uppá í ein góðan tíma, so fóru teir av aftur skipinum, sigur André.

Tá alt var yvirstaðið savnaði eg manningina á brúnni og staðfesti, at allir vóru til staðar og høvdu tað eftir umstøðunum gott, hóast skelkaðir av álopinum av vápnaðum sjórænarum, greiður André Johannessen, skipari á Maersk Transporter frá.

18 mans eru við Maersk Transporter, og umframt André Johannessen, sum er skipari, eru eisini tveir aðrir føroyingar við skipinum.

Eftir hendingina eru teir farnir aftur til arbeiðis í Mexikanska golfinum.

André Johannessen er skipari á Maersk Transporter

Facebook viðmerkingar