Gjaldast má við SSL-kortum fyri at koyra við Bygdaleiðum frá 1. mai

Frá 1. mai fara Bygdaleiðir at koyra við nýggjum og umhvørvisvinarligum bussum á øllum leiðum við skerdari ferðaætlan, billettering og tilkalliskipan.

Fyri at sleppa við bussunum í tíðarskeiðinum 1. mai til og við 8. mai, verður neyðugt at hava ella skaffa sær eitt SSL-kort, sí meira um SSL-kort her. Hendan skipanin verður sett í verk fyri at minka um Corona smittuvandan.

Tað verður BARA tikið ímóti SSL-kortum, t.d. mánaðarkortum ella virðiskortum. Tað vil siga, at tað ikki verður møguligt at gjalda við peningi ella gjaldskortum í bussunum í nevnda tíðarskeiði. Hevur ein ferðandi ikki eitt SSL-kort, sleppur hesin ikki við bussunum hjá Bygdaleiðum.

Í samsvar við tilmæli frá heilsumyndugleikunum sleppa 9 ferðandi við stóru bussunum, 5 ferðandi við miðalstóru bussunum og 3 ferðandi við lítlu bussunum, sí meira í niðanfyri standandi ferðaætlan og tilkalliskipan hjá Bygdaleiðum.

Keyp av SSL-korti
SSL-kort kunnu keypast og avheintast á høvuðsskrivstovuni á Tvøroyri, á Farstøðini í Havn og kioskini umborð á Smyrli ella bíleggjast á telefon 34 30 30. Bíløgd SSL-kort kunnu sendast til adressu hjá keypara. Flyting fyri kort skal sendast til 9181-515.310.9 í Betri Banka, og kvittan av flyting skal sendast til fyrisiting@ssl.fo. Tá ið kvittan er móttikin, verður kortið gjørt og sent.

Oyggjaleiðir sigla við verandi skerdu ferðaætlan frá 28. apríl til og við 8. mai, sí meira kunning her. Eisini verður hildið áfram við skerdum ferðafólkatalið, tó undantikið Smyril, har ferðafólkatalið frá 27. apríl hækkar til 200 ferðandi. Samstundis verður kioskin umborð á Smyrli opnað aftur.

Vetrarferðaætlanin hjá leið 58 (Ritan), 56 (Sam) og 66 (Sildberin) heldur áfram. Ferðafólk, sum skulu við leið 58 (Ritan), 61 (Spógvin) og 66 (Sildberin) skulu framvegis brúka tilkalliskipan, við at upplýsa navn og telefonnummar, og seta seg á ávíst øki umborð fyri at halda frástøðu, og hervið minka um smittuvandan í sambandi við Covid-19.

Mælt verður til at brúka SSL-kort umborð á Oyggjaleiðum.

Tað verður – enn sum áður – rátt til at ferðast minst møguligt við almennari samferðslu, og bara tá tað er neyðugt.

Ferðaætlanin fyri Bygdaleiðir í tíðarskeiðinum 1. mai til og við 8. mai verður, sum víst her.

Facebook viðmerkingar