Dagført: Lærarar til Miðnámsskúlan í Suðuroy

Miðnámsskúlin í Suðuroy søkir eftir lærarum til skúlaárið 2020/2021í hesum lærugreinum: Altjóða búskapur, danskt,enskt, føroyskt,kunningartøkni, landafrøði, lívfrøði, miðlakunnleiki, sálarfrøði, sølubúskapur, tónleik, vinnilívsrættur og virkisbúskapur.

Størvini verða sett út frá einari heildarmeting av fakligum førleikum, faksamanseting og persónligum førleikum, og kunnu verða sett sum føst størv, ársvikariat ella tímalærarastørv.

Útbúgving og royndir
Lærarar skulu hava kandidat-ella masterútbúgving frá lærdum háskúla ella aðra samsvarandi útbúgving, ið gevur førleika at undirvísa á miðnámi.

Námsfrøðilig útbúgving er ein fyrimunur, men ikki eittkrav. Umsøkjarar, ið verða settir, skulu vera sinnaðir at fara undir námsfrøðiliga útbúgving fyri miðnámsskúlalærarar.

Viðkomandi undirvísingarroyndir eru ein fyrimunur.

Persónligir førleikar
Vit ynskja, at tú hevur hug og hegni at undirvísa, at tú ert fakliga væl fyri, og sjálvsagt at tú trívist saman við ungdómi og hevur ein positivan hugburð til at menna skúlan sum heild. Harafturat verður dentur lagdur á góðar málsligar førleikar og KT-førleikar.

Setunarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmálamillum Yrkisfelagið Miðnám og Fíggjarmálaráðið.

Umsókn
Umsókn við prógvum og CV skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi mánadagin 4. mai 2020.

Umsóknir skulu sendast til mis@skulin.fo.

Nærri kunning fæst við at venda sær til Guðrið E. Johansen, rektara, á tlf. 28 88 31 ella gudrid.johansen@skulin.fo.

Facebook viðmerkingar