Lærarar til Vágs Skúla

Hesi størv verða lýst leys at seta frá 1. august 2020:

5, møguliga 6, tíðaravmarkað størv skúlaárið 2020/2021, vegna barnsburðarfarloyvi, lækkað tímatal og avlopstímar.

Seinasta starvið er parttíðarstarv. Endaliga tímatalið verður ásett 1. september.

Skúlanum tørvar lærarar
Sum kunnu undirvísa í mið- og hádeild, umframt møguliga undirvísa næmingum við serligum avbjóðingum

Søkt verður eftir lærarum sum:
• hava læraraútbúgving
• kunnu átaka sær undirvísing í ítrótti við dreingjum
• kunnu átaka sær undirvísing í alisfrøði
• kunnu átaka sær undirvísing í føroyskum og donskum
• duga væl at samstarva og samskifta
• eru fyrikomandi
• sýna jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• tora at ganga nýggjar leiðir í undirvísingini
• hava áræði til at taka ábyrgd

Lønar- og setanartreytir:
Lærarastørvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, sum settur verður, er tænastamannasettur lærari frammanundan. Størvini eru lønt í lønarflokki 18.1 – 29.2 samb. avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Umsóknir:
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi týsdagin 12. maj 2020 kl. 12.00

Umsóknir skulu sendast til:

Vágs Skúla
Vágsvegur 32
Fo-900 Vágur

Ella á teldupost: john.henrik.holm@skulin.fo

Nærri kunning um starvið fæst við at ringja ella senda teldupost til
John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330 ; teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo ella Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 239334 ; telduspostur: anita.nysted@skulin.fo

Facebook viðmerkingar