Fyri einum mánaði síðani varð boðað frá, at Dansibandsfestivalurin 2020 er útsettur orsaka av corona-støðuni, og tað vil siga, at Dansibandsfestivalur ikki verður í Vági sum ætlað nú komandi vikuskiftið.
Eins og aðrir festivalar og onnur stór tiltøk í landinum, so bíðar Dansibandsfestivalurin eftir fráboðan frá landsmyndugleikunum um hvussu verður við stórum tiltøkum í summar. Í grannalondum okkara, t.d. í Norra og Danmark, eru fráboðanir komanar um hvussu stór tiltøk (hvussu nógvir luttakarar) kunnu verða í summar, men hendan fráboðan er ikki komin í Føroyum enn.
Tá landsmyndugleikarnir hava boðað frá, hvussu verður við stórum tiltøkum í summar, fara vit at taka upp, hvussu verður við Dansibandsfestivalinum í ár, sigur Hans Jacob Hjelm, vegna Dansibandsfestivalin.
Facebook viðmerkingar