Visit Suðuroy hevur fingið nýggja heimasíðu

Visit Suðuroy hevur gjørt nýggja heimasíðu. Henda heimasíðan hevur sama snið, sum tann hjá Visit Faroe Islands, ið eisini hevur stuðlað hesum arbeiðinum, við at lata snið og stuðul til myndir. Eisini hava Tvøroyrar og Vágs kommuna fíggjað nýggju heimasíðuna.

Tað hevur verið av alstórum týdningi fyri okkum, at fáa gjørt eina nýmótans heimasíðu, ið er í trá við ’brandið’ hjá Visit Faroe Islands og hjá hinum kunningarstovunum í landinum. Í dag er eisini vanligt at fólk brúka teldlar og fartelefonir, tá ið tey eru á netinum, og tí er eisini umráðandi, at síðan riggar væl á hesum fartólum.

Tá ið vit fóru undir arbeiðið, var beinanvegin avgjørt, at tað fyrst og fremst varð arbeitt við at fáa ensku útgávuna lidna, soleiðis at øll ferðafólk kunnu skilja kunningina. Síðani verður føroyska síðan gjørd so við og við. Um tað eru føroyingar, ið hava torført við at skilja enska innihaldið, ber altíð til at ringja ella skriva til skrivstovurnar hjá Visit Suðuroy, ið eru fúsarat hjálpa við einhvørjum.

Vit vóna, at hon verður væl móttikin.

Umframt at hava fingið nýggja heimasíðu, hava vit eisini avgjørt, at frameftir verður tað ein felags Facebook vangi, ið verður nýttur framyvir, ið eitur Visit Suðuroy. Eisini eru vit á Instagram sum @visit.suduroy og á Youtube sum Visit Suðuroy.

Visit Suðuroy
Tvøroyri: Tlf. 611080, teldupostur: info@tvoroyri.fo
Vágur: Tlf. 239390, teldupostur: info@vagur.fo
www.visitsuduroy.fo

Facebook viðmerkingar