Tað eru framvegis í alt 187 føroyingar, ið hava fingið staðfest corona-smittuna. Hetta byggir á í alt 6730 kanningarúrslit. Úrslitið fyri 40 kanningar, ið vórðu gjørdar í gjár, verða greinað seinni í dag.
Sostatt er eingin tilburður staðfestur seinasta samdøgrið.
Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu kanningarúrslitini eru tøk.
Í løtuni eru 181 føroyingar staðfestir frískir, eftir at hava fingið staðfest coronasmittuna. Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.
Facebook viðmerkingar