Eingin staðfestur smittaður í løtuni

Í løtuni er eingin føroyingur staðfestur smittaður við coronusmittuni. Teir í alt 187 føroyingarnir, ið hava fingið staðfest coronasmittuna, eru nú allir staðfestir frískir.

Tað upplýsir Landslæknin í morgun, nú seinastu úrslitini eru tøk.

Tað vórðu ongar kanningar gjørdar í gjár, Dýra biðidag. Sostatt eru framvegis gjørdar í alt 8403 kanningar. Leggjast kann afturat, at eingin hevur fingið staðfest smittu í teimum seinastu 2133 kanningunum.  

Eingin persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við coronasmittuna.

Facebook viðmerkingar