Námsfrøðingar til dagstovnin Eikilund í Vági

Søkt verður eftir tveimum námsfrøðingum, í tíðaravmarkað starv til dagstovnin Eikilund í Vági, at byrja í august 2020 fram til juli 2021.

Dagstovnurin liggur í sera vøkrum og náttúruríkum umhvørvi, har náttúran kemur at seta sín dám á gerandisdagin.

Vit vænta at tú:

  • Kanst virka á einum fakliga høgum stigi í trá við námsætlan stovnsins
  • Kanst arbeiða sjálvstøðugt er ja-lig/ur, dugir at samstarva, tekur ábyrgd og dugir at seta tær mál.
  • Ert fyrikomandi og samstarvsinnað/ur
  • Leggur dent á at skapa góðar relatiónir
  • Dugir at grunda/reflektera yvir egið arbeiði
  • Hevur hug og áræði at skapa ein fjølbroyttan, mennandi og spennandi gerandisdag
  • At tú er við til at menna námsliga arbeiði á stovninum
  • At tú sært møguleikar heldur enn forðingar

Vit bjóða spennandi størv, ið er í støðugar menning har tú kanst verða við at mynda og seta tín dám á stovnin.

Setanarviðurskifti

Hvørt starvið er normerað til 30 tímar um vikuna.

Arbeiðstíðirnar verða skipaðar eftir avtalu við leiðarin.

Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.

Um eingin námsfrøðingur søkir verður hjálparfólk sett ístaðin.

Meira fæst at vita um størvini, við at venda sær til leiðarin, Anna Maria E. Jacobsen á tlf. 239343.

Skrivlig umsókn, CV og møgulig viðmæli skulu verða Vágs kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 26. juni 2020 kl. 12.00.

Vágs kommuna

Vágsvegur 30

Fo-900 Vágur

ella á vagur@vagur.fo

Facebook viðmerkingar