Kálgarður – nýggjur handil í Sumba

Tórsdagin 16. Juli letur upp nýggjur handil í Sumba við navninum Kálgarður.

Talan er um matvøruhandil, sum Eva og Laila Berg eiga og reka. Frammanundan hava Eva og Laila eisini handilin Esla á Tvøroyri.

Nýggi handilin í Sumba letur tórsdagin kl.: 09:00. Um veðrið er til vildar tórsdagin, hava okur ein kaffi og kaku uttan fyri handilin. Er veðrið ikki við okum, verður ábit í Samkomuhúsinum, siga tær báðar.

Kl. 17:00 kemur Sumbiarkórið at syngja nakrir sangir uttan fyri handilin, tá verða grillaðar pylsur at fáa.

Facebook viðmerkingar