Spennandi hondbóltsdagar í Vági

Fyrireikingarnar til Faroe Islands Handball Cup eru komnar í endaspurtin og seinastu smálutirnar verða nú fingnir uppá pláss.

Skráin fyri dagarnar er tó við at verða endaliga klár. Mánadagin 3. august og týsdagin 4. august verða innleiðandi umførini, har spælt verður frá kl. 9 um morgunin og út á seinnapartin. Ónsdagin 5. august verður so spælt um “plaseringar” og hartil verða allar finalurnar ónsdagin.

Umframt hondbólt, so eru eisini hópin av øðrum tilboðum í Vági hesar dagarnar. Páls Høll er opin frá kl. 11 mánadagin til ónsdagin. Í Vágs Høll er leika- og rørsluland, sum Óðinn K. Johansen frá MOVE og Rørsluroki stendur fyri. Í miðbýnum í Vági verður stórt telt sett upp, har tað verður diskotek um kvøldarnar.

Matstovur, kafeir og handlar í Vági hava opið allar dagarnar og verður meiri at frætta um hetta her á heimasíðuni seinni í vikuni. Sluppin Johanna TG 326 ger útferðir á fjørðinum, Actionboat Føroyar sigla vestanfyri Suðuroynna (um viðrar), og skipað verður fyri gongutúrum í Vági.

Øll hesi viðurskifti verða lýst nærri í skránni, sum verður almenn seinni í vikuni.

So allar umstøður eru til eina góða og spennandi hondbóltskapping og at fáa nakrar góðar dagar í Vági.

Facebook viðmerkingar