Sjórænaratúrur við sluppini Johannu leygardagin

Ohøj tykur øll.

Nú er at finnað sjórænaraklæðini fram, tí leygardagin kl.16.00 verður sjórænaradagur umborð á Johannu.

Okur avdúka ikki hvat fer at henda, men sigast kann at tykur kunna gleða tykkum.

Einasta krav er at tú skalt verða ílatin sum sjórænari td. skegg, klæðir, svørð, hat osv.

Silgt verður á fjørðinum (farið verður ikki út um grótkastíð) og túrurin varir uml. 2 tímar. Umborð bjóða okur grillaðar pylsur og saft.

Ongin tilmelding, okur møtast á kaiini.
Kostnaður: 100kr (børn undir 3ár ókeypis)
(einans kontant)

Facebook viðmerkingar