Tøkk

Vit av hjarta takka fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, av øllum slagi, tá okkara kæri og høgt elskaði maður, pápi, verpápi og abbi

Osmund Eyvindsson
f. 02.10.1949
d. 25.08.2019

ikki orkaði meira og fór heim til Jesus-pápan.

Ein tøkk til Suðuroyar sjúkrahús, Landsjúkrahúsið, Sjúklingahotellið Tórshavn og Ríkissjúkrahúsið.

Tøkk til Bú – & Heimatænastuna fyri hjálp og umsorganina, ið Osmund fekk.

Eina stór tøkk til tykkum, ið vóru so røsk at vitja Osmund, í meðan hann var sjúkur

Hjartans tøkk til Jens Mortan, Prest fyri troystar rík orð.

Takk fyri heilsanir, kransar, blómur og peningagávur til Frelsunarherin.

Takk øll, ið fylgdu Osmund til hansara seinasta hvíldarstað her á fold.

Tøkkin fer eisini til øll, sum á ymiskan hátt hjálptu til við jarðarferðini og ervinum.
Hjartans tøkk øll somul. Jesus – pápin fylgir tykkum.

Vegna familjuna
Minny, Kenneth, Ragnar, Dan við familju og Niels Olaf við Familju

Facebook viðmerkingar