Halda fast í góðu gongdini

Eg havi valt at stilla uppaftur til býráðsvalið komandi. Seinastu 4 árini í býráðsarbeiði hava verið sera spennandi og gevandi.

Eg havi verið fastur limur í Mentamálanevndini, Sosialu nevnd og Ungdóms nevndini. Eisini havi eg verið varalimur í Teknisku nevnd, og havi verið virkin har meira enn helmingin av valskeiðinum.

Nevndararbeiði hevur verið fyrimyndarligt, og hava okur øll arbeitt væl saman, og ikki kann sigast annað enn at nógv er komi av skafti.

Við okkara virkisfýsna, nýhugsandi og arbeiðssama býráðsformanni Dennis Holm á odda, er ein røð av verkætlanum og nýhugsanum settar í verk.

Við at flyta okkum yvir til upplivingar búskapin, har tilboð um upplivingar til tann einstaka, bólkar og til familjuna eru í fokus, hava okur veruliga skapt ein trivnað og sett Vág á Føroyakortið.

Allar tær jaligu søgurnar úr Vági, sum fokus hevur verið á, hava avgjørt havt ávirkan á okkara egna stoltleika og góðu fatanina av, at vera Vágbingur og at í Vági er gott at vera. Hvar enn ein ferðast og møtir fólki, so siga fólk “tykur í Vági duga, tykur eru ófør.” Hetta ger ein stoltan.

Hetta hevur avgjørt verið ein viðspælari til, at so nógv fólk ynskja at flyta aftur til Vágs.

Tað er sera gleðiligt og jaligt, at ungfólk sum flyta til, koma til kommununa og ynskja at seta tiltøk í verk .

Eitt gott dømi og ein sólskinssøga um hettar er Eydnudeilin. Eydnudeilin er ein hondbóltsdeild fyri børn og ung, sum á ein ella annan hátt ikki megna at luttaka á liðum í teimum ymisku feløgunum. Hesin felagsskapur er við til at skapa eitt samanhald og eina menning, sum styrkir tann einstaka og alla familjuna. Deildin hevur longu fingið navn og búmerki, og leggjast børn og ung til hvørja viku. Alt arbeiði er sjálvboðið. Vágs Kommuna hevur stuðlað við, at VágsHøll er tøk til tiltakið.

Komandi vikurnar fari eg at leggja út míni hjartamál, sum eg ynski at arbeiða við komandi 4 árini.

Hjartamálini eru millum annað:
– Virknað Sosiala deild á Vágs Kommunu
– Skipað bústovn til ung við serligum tørvi/avbjóðingum
– Heilsudepil
– Dagføring av Vágs Skúla-Skúlalaðið
– Dagføra wc-viðurskiftini í VB-húsinum
– Spælipláss í miðbýnum
– Umhvørvið og grøn orka
– Framhaldandi dagføring av vegakervinum

Góðu Vágbingar, ynskja tit eina virkna og arbeiðssama kvinnu í býráði, sum ynskir at Halda fast um góðu gongdina

Set x við Eyðbritt Krosslá.

Facebook viðmerkingar