Nýborg á veg inn

Seint í dag fekk Nýborg ein sjógv, tá teir vóru staddir á leiðini suður ímóti føroyska fiskimarkinum.

Tað var Eysturbúgvin, sum boðaði MRCC frá, at skipið hevði blackout, og at skipið hevði fingið ein sjógv, sum hevði brotið fleiri rútar.

Maskinurnar vóru slóknaðar, og ein maður hevði fingið skaða í armin. Avgjørt varð at senda tyrluna eftir manninum.

Tyrlan fór úr Vágum umleið ein tíma seinni, og tíðliga í kvøld var hon á Havnini við manninum, sum er fluttur á Landssjúkrahúsið.

MRCC sigur, at motorarnir á Nýborg vórðu fingnir í gongd aftur, og teir hava síðan siglt við umleið 5-míla ferð norður yvir og verða fylgdir av partrolarunum, Eysturbúgvanum og Vesturbúgvanum.

Brimil og Vædderen eru á veg móti Nýborg, og hjá MRCC siga tey, at Vædderen verður frammi beint eftir midnátt og Brimiil verður hjá Nýborg umleið klokan 02 í nátt.K

Kelda: in.fo

Facebook viðmerkingar