Nýborg: Manningin hevur tað gott

Tíðindi

Nýborg er nú á veg á Runavík, har teir væntandi verða um middagsleitið. Eftir umstøðunum hevur manningin tað gott.

Tað var tíðliga í gjárkvøldið, at Nýborg fekk ein sjógv 130 fjórðingar suður úr Akrabergi. Tveir rútar á brúnni fóru inn ígjøgnum og ein maður fekk skaða – hann breyt armin og óstbeini og varð við tyrlu fluttur á Landssjúkrahúsið.

Suðuroyarportalurin skilur, at talan var um eitt óvanliga stór brot, sum  rakt stýrihúsið úr bakborðssíðu. Skipið fekk black-out, men hevur annars siglt inn við egnari kraft, í fylgi við Brimil.

Manningin hevur tað eftir umstøðunum gott, sigur Alex Vilhelm reiðari. Tað er ikki greitt, hvussu umfatandi skaðin er og hvussu langa tíð tað tekur at gera skipið klárt til fiskiskap aftur, sigur reiðarin.

Facebook viðmerkingar